Axia Advokatar

Brandur Ellingsgaard

Advokatur

Eg eri útbúgvin løgfrøðingur frá Keypmannahavns universitet í 2002 og havi verið advokatur síðan 2008.

Umframt at arbeiða sum advokatur, havi eg undirvíst á handilsskúla í Vordingborg og HD útbúgvingini í vinnurætti á Syddansk Universitet. Eisini havi eg sitið í fleiri nevndum.

Í 2010 byrjaði eg Axia Advokater í Vordingborg, og í 2019 lat Axia Advokatar upp í Føroyum í samband við, at eg flutti heim.

Eg havi hollar royndir innan øll vanlig virkisøkir, sum advokatar arbeiða við. Av tí, at eg havi arbeitt í Danmark havi eg eisini hollar royndir innan danskan rætt, GDPR og líknandi vinnuøkir.

Janus Rein

Advokatfulltrúi

Eg

Søgan

Axia merkir “virði” á griskum. Orsøkin til, at fyritøkan eitur so, er at okkara slogan er “virðisskapandi ráðgeving í eygnahædd”. Tað vil siga, at vit kunnu tosa við høgan og lágan, og at okkara ráðgeving skal vera til gagn fyri kundan, eisini í mun til at hvat goldið verður. 

Vit vilja ikki vera dýrari ella bíligari enn aðrar advokatskrivstovur, men betri. Vit gera nógv burtur úr at vera skjótir og svara kundum okkara. Skjótleiki er eisini ein góðska í sær sjálvum. 

Eitt, sum vit eru rættiliga einsamallir um í Føroyum, er at føra rættarsakir í Danmark. Nógvir føroyskar fyritøkur hava sakir í Danmark, og higartil hevur verið neyðugt at finna sær danskan advokat. Nú kunnu hesar fyritøkur nýta ein advokat, sum man kann halda fund við, og sum skilur skjølini, sum eru í sakini.

Finn okkum

Bústaður

Láarvegur 42
100, Tórshavn

Samband

Tlf: 720000

Email : axia@axia.fo

Upplatingartíðir

MÁN-FRÍ 09:00 – 17:00

Virkiskunning

Axia Advokatar eru staðsettir á Láarvegi 42, 100 Tórshavn

Vit kunnu hittast á telefon 720 000, og mail axia@axia.fo.

Okkara v-tal er 635081

Axia Advokatar er eitt smápartafelag.

Axia Advokatar hevur klientkonto í Suðuroyar Sparikassa. Konto 9870 333.300.1

Um ein banki fer á húsagang, fáa innskjótarnir dekning eftir viðkomandi lóg. Garantiformuan dekkar 100.000 Euro ella á leið kr. 750.000. Dekningsmaksimum umfatar ta samlaða innistandandi í bankanum, sjálvt um penarnir standa á ymiskum kontum, herundir bæði klientkontum og egnum kontum.

Serligar reglur eru galdandi fyri innskot viðvíkjandi fastogn, um ognin hevur verið nýtt til, ella er gjørd til í høvuðssakini ikki-vinnulig endamál. Í hesum føri dekkast upp til 10 mió. Euro í 12 mánaðar frá at upphæddin bleiv sett inn á kontu, óansæð um tað er klientkonta ella privat konta. Nærri upplýsingar um garantiskipanina finst á heimasíðuni www.gii.dk

Advokatarnir í Axia Advokatum eru beskikkaðir av Justitsministeriet í Danmark og eru limir í Advokatsamfundet.

Allir advokatar í Axia Advokatum er umfataðir av ábyrgdartrygging felagsins, sum er teknað hjá HDI. Ábyrgdartryggingin dekkar alt advokatvirksemið veitt av Axia Advokatum, uttan mun til hvar fyritøkan er rikin. Eisini umfatar tryggingin meklaraábyrgd.

Axia Advokatar nýtur ikki avtaluklausular um lógarval og/ella ’værneting’, uttan so hetta er avtalað við klientin.

Advokatarnir í Axia Advokatum er umfataðir av umsjónar og diciplinerskipanini hjá Advokatsamfundet og av reglunum um góðan advokatsið, smb. rættargangslógini § 126. Herumframt er teir advokatetisku reglarnir galdandi. Tær reglurnar, sum serliga eru galdandi fyri advokatgerningin, finnast á www.advokatsamfundet.dk.

Um ein træta um saler uppkravd av Axia Advokatum og/ella ónøgdsemi við atburðin hjá einum advokati í Axia Advokatum, kann klienturin klaga um hetta til Advokatnævnet, Kronprinsessegade 28, 1306 København K, www.advokatnaevnet.dk.

Close Menu