Ávísar tænastur selja vit til fastan prís, sí niðanfyri.
Í øllum førum senda vit eitt avtalubræv, har vit greiða frá, hvat okkara tænasta inniber, og hvat tað kemur at kosta, og aðrar útreiðslur sum tænastan inniber, t.d. tinglýsingargjald, rættargjald og tílíkt.
Við hvørt kunnu vit ikki skriva nágreiniliga, hvat tænastan kemur at kosta tilsaman, og tá koma vit við einari meting. Um arbeiðið gerst størri enn roknað við, kunna vit kundan, so kundin altíð veit hvat tað kostar.
-
Testamenti 5.000 við MVG
Prísur fyri testamenti fyri einstøk ella pør, við hollari ráðgeving, møguligari rætting, testamentið við avriti og við í Rættin til undirskrift.
-
Samognarsáttmáli 5.000 við MVG
Samognarsáttmáli til dømis til eitt ógift par, ið keypa eitt hús saman.
-
Skeyti 8.000 við MVG
Gera skeyti til vanlig sethús samt syrgja fyri tinglýsing. Tinglýsingargjald ikki umfatað.
-
Stovna felag (sp/f) 6.000 pluss MVG
Viðtøkur og stovningarskjal og holla ráðgeving tá umhugsað verður at stovna eitt felag. Eisini samskifta við TAKS um at fáa eitt v-tal, og við bankan um at fáa eina konto.
-
Stovna rakstrarfelag og holdingfelag 10.000 pluss MVG
Ráðgeving um koncernløgfrøði, fyrimunir og vansar. Gera stovningarskjøl og viðtøkur, samskifti við TAKS og banka.