Vinna

Ein eigaraavtala er ein avtala millum tveir ella fleiri eigarar av ein partafelagið ella smápartafelagið.

Eigaraavtalan tilskilar ávís fyribrigdi, sum eru viðkomandi fyri eigarnar, og skal fyribyrgja ivamál, sum kunnu koma tá ein t.d. ætlar at selja sín part av felagnum, gerst sjúkur, atkvøðurætt vm.

Eigaraavtalan er eitt sera umráðandi skjal í einum felagið, og skal ikki almannakunngerast.

Ein vanlig eigaraavtala er einar 5-15 síður til longdar alt eftir hvussu neyvt hon skal regulera samstarvið millum eigarnar, og er eitt ískoyti til viðtøkurnar, sum eru almennar.

Eitt partafelag ella smápartafelag skal hava eina viðtøku, sum eru lógirnar fyri felagið. Vinnufelagslógin ásetur minstukrøv til viðtøkur, men ofta er skilagott at hava gjøllari reglur fyri felagið, og gjarna í samstarv við eina Eigaraavtalu.

Tá eitt partafelag ella smápartafelag verður stovnað, skal tað gerast eitt stovningarskjal, har tilskilað verður m.a. hvør eigur felagið, um stovningarkapitalur er goldin kontant ella við lutum (apportinnskot) og til hvønn kurs.

Stovningarkursur kann vera sera relevantur, tí um man t.d. skjýtur ein bil á virði kr. 250.000 sum apportinnskot, kann man áseta kursin til 500, so at kapitalurin í felagnum er nominelt kr. 50.000, tvs., at hvør króna er kr. 5,- verd. Tað ger felagið meira fleksibult t.d. um kapitalurin í felagnum fellur til kr. 100.000.

Um tú hugsar um at stovna eitt smápartafelag, veita vit góða tænastu í øllum fasum. Vit ráðgeva um slag af felagi, gera neyðug skjøl, taka okkum av samskifti við Skráting Føroya og TAKS fyri at stovna felagið, og við banka fyri at fáa eina konto til felagið.

Privat

Ein hjúnarsáttmáli er eitt skjal, sum eitt gift par ger sínámillum, og sum staðfestur t.d. eina avtalu um, at annar ella bæði hava serogn. Serogn merkir, at útgangsstøðið í einum hjúnabandi um felagsogn víkir fyri avtaluni. Hetta merkir, at serognin ikki skal býtast við hjúnafelagan við sundurlesing/hjúnarskilnað ella við andlát.

Umráðandi er við hollari ráðgeving, áðrenn ein slíkur sáttmáli verður gjørdur.

Ein persónur kann gera eitt testamenti, sum tilskilar hvussu búgvið eftir sær skal býtast, við atlitið í Arvalógini.

Eitt par (gift og ógift) kunnu eisini gera eitt felags sínámillum testamenti.

Um man heldur, at ásetingarnar í §§1-3 í arvalógini er júst tað, sum skal henda við búgvinum eftir tær, er eingin orsøk at gera testamenti. Arvalógin er tó rættiliga gomul og ótíðarhóskandi, og hevur torført at býta rættvíst, um serbørn eru, ella eitt par livur saman ógift. Bæði heilt vanlig fyribrigdi í dag, men ikki vanligt fyri 80 árum síðani.

Eitt samognarskjal er ein avtala millum oftast eitt ógift par, sum keypa fastogn saman, men øll sum eiga ting saman, kunnu gera eitt slíkt skjal.

Um eitt par keypur eini hús, men annar rindar alla útgjaldingina kontant, og bæði borga fyri láninum annars, eru partarnir ikki á jøvnum føti, um tey fara frá hvørjum øðrum. Tá er skilagott við einum samognarskjali, har tað er staðfest, at annar skal hava so og so nógv útgoldið, áðrenn restin verður javnt býtt eftir ognarluti.

Nógv onnur ting eru í einum slíkum skjali, og fylgjurnar av at fara frá hvørjum øðrum kunnu – í hvussu so er viðvíkjandi ognini – gerast eitt sindur lættari, tí einki er at skeldast um; alt stendur skrivað í skjalinum.

Nógv, ið eru gift, skulu seinni skiljast. Sundurlesing svarar til tað danska separation, og hjúnarskilnaður er skilsmisse.

Tá man er sundurlisin, arvar man ikki hvønn annan, og á nógvar mátar svarar tað til hjúnarskilnað. Man kann tó ikki giftast við einum øðrum, fyrr enn man hevur fingið hjúnarskilnað. Um man er sundurlisin og flytur saman aftur, eru tey aftur gift, meðan um man er skildur og flytur saman aftur, er man enn skildur. Tá skal man giftast umaftur.

At keypa eini hús er ofta størsta íløgan privat fólk gera, og tá er umráðandi at hava góðan ráðgeva við sær. Ofta hanga søla og keyp saman, og vit kunnu altíð geva eitt gott tilboð uppá ráðgeving, skjalaskrivan og skeyti.

Rættarsakir

Rættarsakir er ein av kjarnutænastum hjá mongum advokatum, og so er eisini hjá okkum.

Sjálvt um tað í ávísum førum er møguligt at føra ein sak sjálv/ur, er hetta sjáldan skilagott. Har eru nógvar reglur um hvussu ein sak verður førd, og skilagott er at hava ein advokat, sum hevur royndir við at sigla millum skerini og fáa bestu loysnina, hvørja ferð.

Rættarsakir kosta ofta nógvar pengar til advokatin, og tískil er tað ráðiligt at kanna, um kundin hevur eina rættarhjálpstrygging ella lýkur treytirnar fyri at fáa fría prosess. Hetta kanna vit fyri tykkum sum partur av okkara tænastu.

Tað er eisini ráðiligt at kanna, um sakin skal førast, og har hjálpa vit eisini. Vit føra ikki sakir, sum ikki kunnu vinnast, tí tað er spill av pengum. Sjáldan kann man siga fyri vissu, at ein sak verður vunnin, tí um tað er so greitt, er eingin orsøk til trætuna.

Vit meta um, hvussu góð útlit eru fyri at vinna sakina, og ráðgeva kundanum, so kundin sjálvur kann avgera hvussu skal farast framm.

Danmark

Um ein fyritøka hevur samstarv við danskar fyritøkur, kemur tað ofta fyri, at ein avtala sum skal gerast, skal vera á donskum. Her er tað umráðandi at finna sær ein advokat, sum er vanur við at arbeiða við donskum avtalum, bæði at skriva og gjøgnumganga.

 

Um ein føroysk fyritøka kemur í ta støðu, at ein rættarsak skal vera í Danmark, antin tí tað er avtalað, at sakir skulu koyrast í Danmark ella, at rættargangslógin tilskilar, at sakin hoyrir heima í einum donskum rætti, tá er tað sera umráðandi at hava ein advokat, sum er vanur við at arbeiða í donskum rættum og eftir danskari lóg.

 

Tað er eisini umráðandi at hava ein advokat man kennir og lítur á, og tí skal man velja sum sín fasta advokat ein advokat, sum skilir skjølini á føroyskum, og dugur danska lóg og er staðkendur í rættarhølunum í Danmark.

Close Menu