Axia Advokatar er ein nýggj advokatfyritøka í Føroyum. Vit hugsa nýtt og finna góðar loysnir til teg ella tína fyritøku.
Vit ganga altíð eitt stig longur fyri okkara klient, vit svara beinanvegin og hjá okkum ert tú ikki bara ein av mongum. Allir okkara klientar eru altíð fremst í minninum.
Tú ert vælkomin at ringja ella senda ein teldupost til okkum og fáa eitt óbindandi prát. Um vit taka ein innleiðandi fund, og eingin sak kemur burturúr, kostar tað einki. Hjá okkum fært tú ikki eina rokning, fyrr enn avtalað er, at rokningsarbeiði byrjar.